Vitalis Hansen: Eg eri gegnigur

bannari
11.01.2014 - 09:25
InnlendisSamfelag
Vitalis Hansen: Eg eri gegnigur
Annfinn Vitalis Hansen, nú fyrrverandi kanningarstjóri, heldur seg enn vera gegigan at vera kanningarstjóri

Brynhild Thomsen

Hóast stýrisskipanarlógin ger greitt, at kanningarstjórin á ein hvønn hátt ikki skal hava verið partur av málinum, og Annfinn Vitalis Hansen hevur fyrr úttalað seg í málinum og verið í beinleiðis tingingum við CIP sum formaður í Samhaldsfasta, so metir Vitalis Hansen seg ikki hava ein gegnistrupulleika.
Hann fór frá sum kanningarstjóri í gjár, tí stórur ivi er sáddur um kanningina, og úrslitið hevði verið ikki trúverdugt.
- Eg havi verið í sambandi við CIP, men eg skuldi kanna leiklutin hjá Kára P. Højgaard, um hann hevði heimild at gera avtalu við CIP, og eftirlitsskylduna hjá Kaj Leo Johannesen. Tað er hvør sítt mál, sigur Annfinn Vitalis Hansen.
Hoyr samrøðu við Annfinn Vitalis Hansen her.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112