Effo keypir tvey feløg í Hirtshals

Effo keypir tvey feløg í Hirtshals
Keypið styrkir støðuna hjá Effo í Danmark og økir bæði oljugoymsluna, veitingarmøguleikarnar og tænastustøðið hjá felagnum
Hirtshals er ein týðandi havn fyri bæði fiskivinnu og sjóvinnu, og Effo sær góðar møguleikar fyri at menna virksemið víðari við støði í býnum.
 
15.09.2026 - 14:55

Orkufelagið Effo hevur í dag keypt tvey feløg í Hirtshals í Danmark, Hirtshals Marineolie og Hirtshals Fiskernes Handelsselskab.

Tað skrivar Effo í tíðindaskrivi.

Felagið skrivar, at keypið styrkir støðuna hjá Effo í Danmark og økir bæði oljugoymsluna, veitingarmøguleikarnar og tænastustøðið hjá felagnum.

 

 

Keypið verður framt gjøgnum Carl Jensens Marinelager, sum Effo eigur saman við vinnulívsfólkum í Hirtshals. Í sambandi við keypið broytir Carl Jensens Marinelager navn til Effo Danmark, og samlaða virksemið í Danmark verður frameftir rikið undir tí navninum.

Hirtshals er ein týðandi havn fyri bæði fiskivinnu og sjóvinnu, og Effo sær góðar møguleikar fyri at menna virksemið víðari við støði í býnum. Og við Effo Danmark verður virksemið savnað undir einum felags navni og einum sterkari grundarlagi, stendur í tíðindaskrivinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542