Fyrrverandi landsapotekarin er ákærdur

Fyrrverandi landsapotekarin er ákærdur
Ákæruvaldið vil einki siga um ákæruna fyrr enn um eina viku
Hjalti Gunnarstein, fyrrverandi landsapotekari, er nú ákærdur. Styrelsen for Patientsikkerhed meldaði málið til politiið.
 
17.09.2026 - 10:55

Ákæruvaldið hevur sent Føroya rætti málið um landsapotekaran.

Innlit fæst ikki í ákæruritið fyrr enn um eina viku.

Og fyrr enn tá vil ákæruvaldið ikki siga nakað um, hvat Hjalti Gunnarstein, fyrrverandi landsapotekari, er ákærdur fyri.

Tað var upprunaliga landslæknin, sum eftir eitt eftirlit bað Styrelsen for Patientsikkerhed meta málið. 

 

Meldaði

Styrelsen helt málið vera so álvarsamt, at tað meldaði málið til politiið. 

Lars Fodgaard Møller, landslækni, vil ikki siga meira um málið. 

Hjalti Gunnarstein kundi rokna við at verða burturvístur úr starvinum sum landsapotekari, tá hann 17. februar sjálvur segði seg úr starvi.

Tað vísir innlit, sum Kringvarpið hevur fingið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025