- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aftaná – Lívið eftir krabbamein

Krabbameinsviðgerðin er liðug, og lívið skal halda fram. Men hjá nógvum hvørvur óttin ikki, tá viðgerðin endar. Tankin um, at sjúkan kann koma aftur, kann framvegis fylla nógv, serliga undan eftirliti og skanningum.
Hjá summum verður óttin serliga sjónligur, tá ið tey skulu til eftirlit, bíða eftir svari frá skanning, kanning ella blóðroyndum. Hetta fyribrigdið verður ofta nevnt scanxiety, eitt enskt orð, ið er sett saman av scan (skanning) og anxiety (ótti, stúran ella angist).
Scanxiety lýsir sálarliga trýstið, sum kann standast av skanningum, eftirliti og bíðitíðini eftir úrslitunum. Óttin kann byrja dagar ella vikur undan eini kanning og snúgva seg um óvissuna og stúranina fyri, at krabbameinið er komið aftur. Hann kann ávirka bæði svøvn, hugsavning og gerandisdagin.
Men hvussu lærir ein at liva við óttanum fyri afturfalli? Hvussu nógv skal hann sleppa at fylla, og ber til at taka óttan í álvara uttan at lata hann stýra lívinum?
Í fjórðu sendingini av Aftaná seta vit sjóneykuna á scanxiety og óttan fyri afturfalli. Gestir eru Helena Heðinsdóttir Guttesen, námsfrøðingur og lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, Vivian Sjóðklett, sjálvstøðugt vinnurekandi, Høgni Rúnuson Øster og Eyð Gudmunddson, sjúkrarøktarfrøðingur við serfrøði í viðgerð og røkt av krabbameinssjúklingum.
Eyð starvast á onkologiska ambulatoriinum á Landssjúkrahúsinum og hjá Krabbameinsfelagnum. Harumframt er hon partur av endurmenningartoyminum á Landssjúkrahúsinum.

Aftaná – Lívið eftir krabbamein
Sendingarnar snúgva seg um lívið eftir krabba og um tær avbjóðingar, sum kunnu fylgja við, tá viðgerðin er liðug, m.a. seinárin sum møði, angist, broyttur kroppur og samleiki, arbeiðslív, trúgv, familju- og parlív, fíggjarlig viðurskifti og ótti fyri eftirlitum og afturfalli.
Sissal Kampmann leggur til rættis.