Løgmaður vil staðfesta sjálvsavgerðarrættin

Løgmaður vil staðfesta sjálvsavgerðarrættin
Beinir Johannesen ynskir at føroyskur sjálvsavgerðarrættur skal staðfestast og fráboðast altjóða samfelagnum. Tað er eftir, at hin grønlendski varð staðfestur fyrradagin
24.09.2026 - 19:25

Í gjár sendi Beinir Johannesen, løgmaður, fráboðan út, har hann sigur, at "Vit vilja staðfesta sjálvsavgerðarrættin hjá Føroyum".

- Hetta er ikki nakað, sum fer at broyta gerandisdagin hjá fólki frá degi til dags, men tað er øgiliga prinsipielt, sigur løgmaður.

Fyrradagin undirskrivaðu USA, Danmark og Grønland sáttmála um verjuna av Grønlandi. Í sáttmálanum verður úttrykkiliga viðurkent, at grønlendska fólkið er tjóð sambært fólkarættinum, og hevur rætt til at loysa og skipa sjálvstøðugt fullveldisríki. Beinir Johannesen ynskir , at danskir myndugleikar nú eisini viðurkenna sama rætt yvirfyri føroyingum.

Føroyingar skulu avgera egna framtíð
- Tað, at vit hava sjálvsavgerðarrætt, staðfestir jú tað, at tað eru vit, føroyingar, sum fara at avgera okkara framtíð, líka mikið hvat, og ikki nakar annar.

Onkur heldur, at vit skulu smíða meðan jarnið er heitt. Spurdur, um hann ger tað, svarar hann játtandi.

- Vit hava longu gjørt vart við tað, sum vit sakna. Tað er tað, at menn eisini frá danskari síðu sigur, at sjálvsavgerðarrætturin er eisini galdandi fyri Føroyar. Tað fara vit framhaldanid at gera. So vit eru longu byrjað at smíða, og vit smíða framvegis.

Sí innslag úr Degi og viku við orðaskifti.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650