
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Kommunala eftirlitið er rætta staðið at fáa svarað spurninginum um gegnið hjá Bergi Robert Dam Jensen.
Tað heldur Jóan Petur Hentze, kommunustjóri í Tórshavnar kommunu, nú spurningurin um gegnið hjá Bergi Robert Dam Jensen, javnaðarbýráðslimi í Tórshavnar kommunu, enn hongur í leysum lofti, og tískil eisini alt málið, sum tað snýr seg um.
Málið var á skrá á býráðsfundinum hóskvøldið í síðstu viku, og tá hendi tað, at ein limur í býráðssamgonguni, kollfirðingurin Bergur Robert Dam Jensen úr Javnaðarflokkinum, setir fram eitt broytingaruppskot um at flyta ætlaðu staðsetingina av eldradeplinum á Todnesi til eitt annað øki, nevnt Norðreki.
Samtykt við tepum meiriluta
Broytingaruppskotið bleiv samtykt við teprum meiriluta. Bergur Robert Dam Jensen fekk partamannin, Heðin Mortensen, at taka undir við tí. Andstøðan tók eisini undir við tí máloinum, og tað var nóg mikið.
Men eftir býráðsfundin sáddi Heidi Lava Elgeirsdóttir, býráðslimur fyri Tjóðveldi og partakvinna hjá Elsu Berg, borgarstjóra, alment iva um gegnið hjá Bergi Robert Dam Jensen í málinum. Tí nýggja staðsetingin, Norðreki, er partur av festinum hjá mammu hansrara.
Morgunin eftir boðaði borgarstjórin so frá, at hon hevði steðgað málinum.
Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, sigur, at Kommunala eftirlitið eigur at kanna gegnisspurningin í málinum, og hann vil ikki siga nærri, hvørji ráð hann hevur givið borgarstjóranum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Kringvarpið spurdi í gjár Kommunala eftirlitið, um tey høvdu fingið nakra fráboðan, fyrispurning ella kæru um málið. Tað hevði Kommunala eftirlitið ikki fingið.
Sí eisini: Borgarstjórin í Havn tvíheldur um, at ein býráðslimur var ógegnigur