
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Tað er vanliga stórur spenningur um liðið, tá manslandsliðið skal spæla dyst. Soleiðis er ikki hesa ferð. Tað tykist longu greitt undan dystinum móti Kasakstan í morgin. Soleiðis hevur tað eisini verið fyrr.
Onkuntíð er tað tí, at liðið er so upplagt. Hugsar tú aftur til tíðina við Lars Olsen, eftir at Brandur Hendriksson var komin á liðið, og áðrenn Christian L. Holst og Fróði Benjaminsen góvust, so kundi tú seta liðið fleiri dagar frammanundan.
Tað eru eisini landsliðssamlingar, har fráfallið er so stórt, at landsliðsvenjararnir ikki hava nógvar møguleikar at velja ímillum. Støðan á landsliðnum hesa ferð er eitt stað har í millum. Á miðjuni eru fleiri av profilunum uttanfyri, meðan Árni Frederiksberg er givin, og Meinhard E. Olsen og Jóan Símun Edmundsson eru skaddir.
Ein spurningur, sum javnan hevur verið uppi at venda, er málmansposturin. Bárður á Reynatrøð hevur tikið av, tá hann hevur fingið kjansin, men er Mattias H. Lamhauge tøkur hevur hann spælt. Í verjuni verða tað Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar og Andrias Edmundsson. Hini boðini eru royndi Viljormur Davidsen og Samuel J. Chukwudi, ið bjóðar seg fram í eysturríkskum fótbólti. Á vongabakkunum verða tað Jóannes K. Danielsen og Martin Agnarsson.
Mynd: (Bjarni Árting Rubeksen) Mattias H. Lamhauge bjargarÁ miðjuni eru fleiri nýggj nøvn. Eitt nú Emil Weihe Joensen og Mattias Hellisdal, men tað verða Géza Dávid Turi og Jóannes Bjartalíð, ið fáa kjansin frá byrjan. Géza spælir væl á miðvøllinum hjá Grimsby, meðan Jóannes Bjartalíð er úttikin sum sentralur miðvallari til hesar landsdystirnar.
Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Géza Dávid Turi til venjing á TórsvølliÁrni Frederiksberg hevur valt at gevast á landsliðnum. Hann hevur saman við Hanusi Sørensen verið størsta málhóttanin. Hanus Sørensen hevur spælt best á vinstra miðvøllinum og líkt er til, at landsliðsvenjarin velur at halda fast í tí. Á hinari síðuni sær Áki D. Samuelsen út til at hava vunnið sær plássið.
Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Áki D. Samuelsen til venjingÍ álopinum verður Petur Knudsen. Tað er ikki óhugsandi, at Adrian Justinussen verður fyrsti varamaður hjá honum. Eitt gott boð er, at venjaratoymið ætlar at halda rímiliga fast í uppstillingini, men skifta nógv út í dystunum.
Vit gita: (Føroyar 5-4-1)
Mattias H. Lamhauge – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Martin Agnarsson – Áki D. Samuelsen, Géza Dávid Turi, Jóannes Bjartalíð, Hanus Sørensen – Petur Knudsen