Foreldur mugu bíða longri eftir broytingunum í barsilskipanini

Foreldur mugu bíða longri eftir broytingunum í barsilskipanini
Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðarmálum, sigur at broytingarnar í barsilsskipanini væntandi verða framdar á vári 2027
mamma og nýføðingur
Mynd: Savnsmynd  
 
26.09.2026 - 08:37

Í januar í ár varð boðað frá, at broytingarnar í barsilsskipanini eftir ætlan skuldu koma í gildi 1. januar 2027.

Hetta kom fram í svari frá Margit Stórá, landsstýriskvinnu, til ein § 52a-fyrispurning frá Súsonnu Bertholdsen, løgtingskvinnu.

Men nú sigur Margit Stórá tó, at broytingarnar væntandi verða framdar á vári 2027.

 

250926_MARGIT_STORA_FYRRUHELVT2027_BROYTNGAR

 

Nýggja samgongan vil eisini broyta barsilsskipanina

Í samgonguskjalinum frá apríl í ár stendur, at barsilsskipanin skal gerast smidligari, so foreldur sjálvi kunnu leggja barsilin til rættis.

Í ólavsøkurøðuni í ár endurtók Beinir Johannesen, løgmaður, ætlanina.

Samgongan hevur sett sær fyri, at foreldur skulu kunna drýggja barsilin við at býta útgjaldið yvir eitt longri tíðarskeið, um tey ynskja tað.

Eisini skal hámarkið fyri mánaðarligt útgjald úr Barsilsskipanini hækka upp í 60.000 krónur, umframt at ein skattafríur barnakekkur á 20.000 skal krónur latast, tá eitt barn verður føtt.

 

250926_MARGITSTORA_BARSILSBROYTINGAR

 

Nýggja kt-skipanin verður ikki tøk fyrr enn í apríl

Samstundis sum arbeitt verður við at broyta barsilsskipanina, verður ein nýggj kt-skipan ment til at umsita barsilsútgjaldið.

Fyri knøppum tveimum vikum síðani, játtaði Løgtingið 2,5 milliónir krónur afturat til menningina.

Upprunaliga vóru 11 milliónir krónur játtaðar, og samlaði kostnaðurin er nú 13,5 milliónir krónur.

TAKS metir, at nýggja kt-skipanin kann takast í nýtslu 1. apríl 2027.
 

250926_MARGITSTORA_KTSKIPAN_IKKI_FORTREYT
 

Endamálið við nýggju kt-skipanini er millum annað at fáa eina meira talgilda og brúkaravinarliga skipan fyri foreldur, arbeiðsgevarar og umsitingina. Nýggja skipanin skal eisini vera løtt at tillaga til

framtíðarbroytingar á barsilsøkinum.

Kt-skipanin er ikki ein fortreyt fyri at gera ætlaðu broytingarnar.

 

250926_MARGITSTORA_KT_NOGVIR_PENGAR

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120