Brellbiti: Hesar KvF-sendingar koma í heyst og í vetur 

Um KVF›Tíðindi
Brellbiti: Hesar KvF-sendingar koma í heyst og í vetur 
Ein nýggj sendirøð úr Hoydølum, fleiri portrettir, søguligir dokumentarar, náttúru- og vinnusendingar verða vístar í sjónvarpinum í heyst og í vetur. 
 
27-09-2026

Tú kanst gleða teg til vetrarskránna í sjónvarpinum. Kringvarp Føroya hevur í vár og í summar gjørt fleiri upptøkur, sum nú verða kliptar til sendingar og sendar í sjónvarpinum. 

Her er ein brellbiti við brotum úr fleiri av sendingunum:

reyp_dokumentar_2026

Fyrsta sending, sum fer av bakkastokki um góðar tvær vikur, eitur "Leivur vil liva" og snýr seg um ein mann, sum ger eina roynd at koma burtur úr sínum misbrúki. 

 

Eitt kringvarpslið hevur fylgt Beini Johannessen og poltisku telvingini  dagarnar eftir løgtingsvalið í vár og fram til apríl, tá samgonga varð skipað.  

 

Eitt annað kringvarpslið hevur fylgt kokkinum Poul Andrias Ziska vikurnar, tá hann stríddist við at gera nýggju matstovuna PAZ klára og fram til kvøldið, tá Michelin-stjørnurnar vórðu handaðar. 

 

Eitt triðja kringvarpslið fylgdi fyri nøkrum árum síðani tónaskaldinum Sunnleifi Rasmussen til Tjernobyl í samband við eina tónleikaverkætlan. Tað er eisini blivið til eina sending, sum verður send í sjónvarpinum í heyst. 

 

Á vetrarskránni er eisini ein søguligur dokumentarur, har leitað verður aftur til seinna heimsbardaga, tá týsk bumbuflogfør í fleiri førum bumbaðu Klaksvík. 

 

Ein onnur søgulig sending viðger virksemið í Sjónleikarhúsinum í Havn, sum fylti 100 ár í ár. 

 

Ein triðja sending fylgir umvælingini av søguligu Stokkastovuni í Tinganesi, har fleiri áhugaverdir lutir eru komnir undan kavi. 

 

Eitt portrett við listakvinnuni Silju Strøm er í næstan liðugt og verður til eina sending, har vit fylgja henni í gerandisdegnum í Skotlandi  og fram til eina listaframsýning í Norðurlandahúsinum í Havn. 

 

Eitt annað portrett er um Petur Pólson, sum er mest kendur sum frontmaður í Clichaze og yrkjari; men sum seinastu árini hevur stríðst við heilsuni. 

 

Og so er tað væl umtókta sendirøðin Hoydalar, sum kemur aftur - hesaferð við seks nýggjum spírum, sum tolka fimm nýggjar stjørnur. 

 

Eisini er ein ferðavinnusendirøð í umbúnað, umframt at ein sendirøð um íverksetarar tekur skap.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666

Um kvf css