Meistaradeildin: KÍ á FM-gáttuni við hattrikki frá Hummeland

Meistaradeildin: KÍ á FM-gáttuni við hattrikki frá Hummeland
Durita Hummeland skeyt hattrikk fyri KÍ, sum vann á Skála, meðan HB tapti fyri Víkingi í Sarpugerði. KÍ er nú ein sigur frá meistaraheitinum
Durita Hummeland skoraði tríggjar ferðir fyri KÍ, sum vann 4-0 á Skála og nærkaðist meistaraheitinum
Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF  
 
27.09.2026 - 17:26

Durita Hummeland helt fram við málskjótingini, tá KÍ vann 4-0 á Skála við Djúpumýru í dag.

Toppskjúttin hjá klaksvíkingum var hetjan á Tórsvølli fyri einari viku síðan, tá hon avgjørdi steypafinaluna ímóti HB við málið í yvirtíðini, og ímóti Skála helt hon málformin gott av væl við líka við hattrikki í seinna hálvleiki.

Málini komu afturat tí, sum Birita Mohr skoraði í fyrra hálvleiki.

HB var fyri stórum vónbroti í steypafinaluni, tá tær mistu 2-1 leiðsluna í teimum allarseinastu minuttunum, men um tað óvirkaði avrikið ímóti Víkingi í Gøtu skal verða ósagt.

Í hvussu er vann heimaliðið 3-0 við tveimum málum frá Jensu Tórálvsdóttir og einum frá Sáru Vang Justinussen.

Munurin millum liðini vaks upp í átta stig, nú bert tríggir dystir eru eftir at spæla í ovara endaspælinum, og tí er sannlíkt, at KÍ fer at tryggja sær meistaraheitið næsta vikuskiftið, tá tær aftur spæla ímóti Skála. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334