Vilja yvirtaka politiið um 15 mánaðir

Vilja yvirtaka politiið um 15 mánaðir
Løgtingið fer at viðgera eina stóra yvirtøku í dag
Á føroyskar hendur í 2028, sigur Tjóðveldi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.09.2026 - 06:05

Løgtingið fer at viðgera eina stóra yvirtøku í dag.

Tjóðveldi hevur uppskot um at taka løgreglu, ákæruvald og brotsmálaumsorgan, kriminalforsorg, undir føroyskt ræði 1. januar 2028.

Yvirtøkan fer at kosta 155 mió. kr. í rakstri í 2028, sigur Tjóðveldi.

Viðvíkjandi rættarskipan og dómstólum hevur í fleiri enn einum umfari verið roynt at fáa dømandi valdið  undir føroyska ábyrgd.

Í sambandi við grundlógararbeiðið fyrst í hesi øldini var føroysk rættarskipanarnevnd sett.

Men lítið er hent seinastu árini, sigur Tjóðveldi, sum við løgtingsuppskoti fer at skjóta upp at taka  hetta arbeiðið uppaftur.

Tingfundurin í dag er klokkan eitt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809