Kynstrið at teksta tað óskiljandi

Familjan Thompson
Kynstrið at teksta tað óskiljandi
Flest ung kenna sjónvarpsrøðina um Honey Boo Boo og festligu familju hennara, hóast tey ikki vilja viðurkenna tað, men hvussu gongur, tá framleiðararnir skulu teksta teirra tjúkku suðurstatsdialekt?
14.01.2014 - 19:45

Hóast fá vilja viðurkenna tað, so er sendingin Here Comes Honey Boo Boo ein av ‘the guilty pleasures’ hjá fleiri ungum, tá teimum tørvar eitt skjótt fiks við lættisoppasjónvarpi. Og av tí at heilir partar av røðini liggja á Youtube, er lætt at tendra fyri røðini, tá mann liggur einsamallur í kamarinum eitt kvøldi.

 

Røðin snýr seg um Thompson familjuna í amerikanska statinum Georgia. Áhugin fyri familjuni birtist, tá yngsta dóttirin Alana, eisini nevnd Honey Boo Boo, luttók í vakurleikakappingum í sendingini ‘Toddlers & Tiaras’. Familjan er disfunktionel, hevur andstyggiligar vanar, er skitlig og ófólkalig, men hyggjararnir elska, hvussu ærlig og kærlig tey eru.

 

Ein av óvæntaðu avbjóðingunum, sjónvarpsrásin TLC, sum framleiðir sendingina, hevur, er at teksta alt, sum hendan skjótt-tosandi familjan við einari tjúkkari suðurstatsdialekt sigur. Hesa uppgávuna hevur programmframleiðarin, Sara Reddy, fingið um hendi.

 

- Tað tekur umleið 15 til 20 arbeiðstímar at teksta eina sending á 40 minuttir. Onkuntíð eru tey so ring at skilja, at vit mugu lesa teirra varrar at síggja, um tær forma eitt ‘b’ ella ‘f’ og síðan gita restina av orðinum.

 

Familjan tosar so skjótt, at tey leypa hjáljóðini og heil stavilsi um, og ein annar trupulleiki er, at tey finna upp á síni egnu orð á staðnum.

 

- Ein av tekstarunum hevur eina samling av post-it lepum, har hann hevur skrivað sær niður tey vanligastu orðini, sum familjan kemur við, so sum “s’mage” og “vajiggle jaggle”. Einaferð kundi eg simpulten ikki týða, hvat mamman segði. Til endans kom eg til ta niðurstøðu, at svarið mátti vera “tootay”. Eg skrivaði til hana og spurdi, hvat hon hevði sagt, og hennara svar var, at hon mintist ikki, tí hon hevði funnið upp á orðið í somu løtuni, sigur Sara Reddy skemtandi.

 

Les alla ta stuttligu samrøðuna, CNN hevði við Sara Reddy, her.

Síggj partar av røðini ‘Here Comes Honey Boo Boo’ við at leita eftir henni á Youtube.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.