Eldraøkið og fíggingarleistur: Siga einki um kommunusamanlegging

Eldraøkið og fíggingarleistur: Siga einki um kommunusamanlegging
Spurningurin um samanlegging er ikki við í arbeiðssetninginum, nú nýggjur fíggingarleistur fyri eldraøkið skal gerast
Við øktum trýsti á eldraøkið, verður í framtíðini enn størri tørvur á at hugsa kommunurnar í nýggjum samanhangi, sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. (Savnsmynd)
 
29.09.2026 - 09:26

Arbeiðsbólkurin, sum ger uppskot um nýggjan fíggingarleist fyri eldraøkið, skal einki siga um kommunusamanlegging.

Hon er ikki við í arbeiðssetninginum hjá bólkinum.

Í arbeiðsbólkinum eru fólk fyri land og kommunur.

Men tað er greitt, at við øktum trýsti á eldraøkið, verður í framtíðini enn størri tørvur á at hugsa kommunurnar í nýggjum samanhangi, sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. 

 

Kommunal útjavning

Hann hevur svarað spurningi frá Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni.

Hann spurdi um kommunala útjavning og nýggjan fíggingarleist fyri eldraøkið.

Greitt er, at fíggingarleisturin má leggja upp fyri, hvussu økini í landinum vera rakt, so munurin millum økini ikki verður ov stórur, sigur landsstýrismaðurin. 

Arbeiðsbólkurin skal koma við tilmælum seinni í ár.

- Í tí sambandi havi eg heitt á arbeiðsbólkin um eisini at gera eina lýsing av eini blokkstuðulsskipan,  fyrimunir og vansar, sigur Aksel V. Johannesen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101