- Tíðindi, mentan og ítróttur
Til reiðar at gerast stjóri í samanlagda stovninum

- Stendur mær í boði at gerast stjóri í nýggja, samanlagda stovninum, taki eg av.
Tað sigur Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum.
Saman við Eyðuni Gaard, stjóra í Námi, hevur hann fingið uppgávuna at skipa fyri at leggja báðar stovnarnar saman.
Mentamálaráðið boðaði í gjár frá, at Undirvísingarstýrið og Nám skulu leggja saman í ein stovn frá 1. januar.
Eyðun Gaard er stjóri í Námi.
88 ársverk og 91,5 mió.
Talan verður um ein stóran, samanlagdan stovn við 88 ársverkum og fíggjarætlan upp á 91,5 milliónir krónur.
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 er roknað við, at samanlagdi stovnurin skal spara tríggjar milliónir krónur.
Hjalmar Hansen sigur seg ikki kunna útiloka, at talan kann verða um uppsagnir.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:



























