Klassiska søgan um Fólk og dólgar í Kardamummubýnum frumsýnd 8. oktobur

Um KVF›Tíðindi
Klassiska søgan um Fólk og dólgar í Kardamummubýnum frumsýnd 8. oktobur
Aftur í ár hevur Kringvarpið ein teknifilm at vísa føroyskum familjum á føroyskum
Fólk og dólgar í Kardamummubýnum er í Havnar Bio frá 8. oktobur.
 
30-09-2026

Triðja árið á rað vísir Kringvarp Føroya ein teknifilm á føroyskum í biografinum. Hesa ferð er tað væl kenda søgan, sum Thorbjørn Egner hevur teknað og skrivað um Fólkini og dólgarnar í Kardamummubýnum. Filmurin verður sýndur í Havnar Bio, Løkshøll og SALT. Fyrsta sýningin verður 8. oktobur í Havnar Bio. 

Nú eiga vit sostatt tríggjar teknifilmar á føroyskum til føroysk børn og barnsligar sálir – hinir báðir eru Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum og Palli Halaleysi.  

Søgan var fyrst skrivað sum útvarpsleikur, hetta var fyrst í 1950unum í Noregi, og í 1955 kom søgan út í bók. Bókin kom út á føroyskum í 1980 og so aftur í 2002. Og nú í 2026 verður eisini høvi at ogna sær bókina, nú Bókadeild Føroya Lærarafelags aftur gevur hana út.


Kardamummubýurin er ein góður býur at vitja aftur til. Tí í Kardamummu er gott at liva, eingin ger fortreð, og øll hjálpast at. Og í Kardamummu er bara ein lóg:

”Tú skalt ikki plága onnur ella gera nakað ilt, annars kanst tú liva akkurát, sum tú vilt”.

Avgjørt ein lóg, sum eisini vit kunnu royna at halda.

Søgan er væl kend, flest okkara kenna sangirnar, sum eru við, og duga teir. Í 1961 var søgan gjørd til útvarpsleik í barnaútvarpinum, og fleiri ferðir er hon spæld sum sjónleikur. Og nú kemur teknifilmurin, sum vit øll kunnu gleða okkum til.


Framleiðslutoymið hevur funnið góðar røddir at tosa og syngja og eisini at fáa ymsu málførini at hóska til persónligheitirnar. Øll tosa við síni tungu. Jónatan og Frú Bastian tosa suðuroyarmál, pappageykurin tosar vágamál, Silius sandoyarmál, bakarin nólsoyarmál, Bastian politimeistari og Kamomilla eru úr Klaksvík, og fleiri eru úr Havn eisini.

Upprunatýðingin hjá Eyðuni Johannessen er lagað til filmin, og sangirnir eru teir somu sum í upprunatýðingini.

Aftur í ár hava vit ein teknifilm at vísa føroyskum familjum á føroyskum. Og fleiri ættarlið kunnu gleða seg í felag at síggja og uppliva søguna um Fólk og dólgar í Kardamummubýnum.

FOLK_OG_DOLGAR_TRAILARI_FO

 

Leikstjórn: Páll Danielsen
Upptøkur: Høgni Fagraberg
Røddir: Hjálmar Dam, Kjartan Hansen, Rói Einarsson, Sofía Nolsøe Mikkelsen, Annfinnur Heinesen, Hans Tórgarð, Bárður Persson, Barbara K. Andreasen, Arnfinnur Nesá, Ári Berghamar Danielsen, Jákup Dahl Wardum, Guðrun Sólja Jacobsen, Hanus Johannessen, Helena Sundsskarð, Heini Bech Christiansen, Óli Frederiksen, Tórfríð Tavsen, Bergur Fonsdal Johannesen
Mál: Føroyskt
Longd: 1 tíma og 18 minuttir
Á føroyskum: 2026

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115

Um kvf css