
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Innskifti Adrian Justinussen tryggjaði Føroyum eitt stig ímóti Slovakia við góðum langskoti eftir steðgin, og tað var ikki minni enn heimamenninir høvdu uppiborið eftir flott avrik undir ljósunum á Tórsvølli.
Føroyingarnir áttu bestu kjansirnar, og korterið áðrenn útjavnandi málið kom, man vera millum tey bestu, sum viðhaldsfólkini á Tórsvølli hava sæð. Tað helt venjarin Eyðun Klakstein eisini, men tíverri eydnaðist ikki at koma nærri sigrinum - slovakar fingu tamarhald á støðuni og trýstu ímóti endanum - men føroysku menninir stríddu stigið heim og eru framvegis ósigraðir í Nations League.
Óneyðugt slovakiskt mál
Føroysku spælararnir harmaðust stórliga, at tað eydnaðist kasakum at skora upp á horna í fyrsta Nations League-dystinum, men søgan var nær við at endurtaka seg tíðliga ímóti slovakum.
Mattias Lamhauge bjargaði tó væl, tá skotið kom úr handara økinum.
So áttu føroyingarnir tørn. Petur Knudsen fekk høvdið á eitt skot frá Hanusi Sørensen, men málverjin stakk labban út og bjargaði væl. Beint eftir fekk Poul Kallsberg sín fyrsta kjans, tá hann varð stungin afturum verjuna, men skotið fór í síðunetið. Beint eftir var heimaliðið vandamikið við hornasparki, men teir bláu fingu rudda burtur úr málteiginum.
Tí var tað spell, at Slovakia legði seg á odda sjey minuttir fyri steðgin. Eitt horna úr vinstru síðu varð skallað útfrá, og tá nýtt flatt innlegg kom, fekk Odmar Færø bert beint bóltin upp í bringuna á Gunnari Vatnhamar, og so var Mattias Lamhauge hjálparleysur.
Stong út
Ímóti Moldova var bæði tvørtræ og stong í parti við føroyingunum, sum vóru hepnir at sleppa úr Chisinau við einum stigi.
So var ikki í seinna hálvleiki á Tórsvølli, har heimliðið vaknaði av álvara, tá Adrian Justinussen og Áki Samuelsen komu á vøllin, og spælið gjørdist sera gott eina løtu.
Fyrst var Jóannes Bjartalíð nærgangandi úr høgru, og síðan fekk Hanus Sørensen kjansin úr vinstru. Miðvallarin sendi ein mótstøðumann skeivan veg og sendi síðan eitt frálíkt skot ímóti handara horninum, men ólukkutíð fekk málverjin fingrarnar á og beindi bóltin á stongina og út.
Endiliga Adrian
Heimamenninir mistu kortini ikki mótið, og tá teir endiliga fingu løn fyri stríðið var hegnisligt smáspæl ikki orsøkin. Harafturímóti sendi Andrias Edmundsson ein langan bólt fram ímóti føroyska álopinum, og tá bólturin kom niður at, gjørdi Adrian Justinussen skjótt av og sendi hann lágt niður í horni. Javnleikur á Tórsvølli.
- Av øllum monnum á Tórsvølli, skuldi Áki vinna duellina, og bólturin dettur til mín, og eg so pløkki hann í reyvina, staðfesti framherjin.
Tíverri steðgaði føroyska yvirtakið við málinum. Um tað var vantandi orka, psykologi ella taktikkur er ilt at siga, men slovakar fingu tamarhald á og nærkaðust aftur føroyska málinum.
Tíbetur kom útiliðið sjáldan til annað enn okkurt hendinga langskot, sjálvt um trýstið var stórt í løtum, og tí kundu føroyingarnir - og ikki minst Adrian Justinussen - hóast alt fegnast um eitt stig, áðrenn langa túrin eystur til Kasakstan.