Teldusníkar lupu á Bakkafrost í átta tímar

Teldusníkar lupu á Bakkafrost í átta tímar
Hóast tiltøk vóru sett í verk alt fyri eitt, hava óviðkomandi fingið atgongd til ávísar brúkaraupplýsingar, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti
Arbeitt verður saman við uttanhýsis trygdarserfrøðingum at kanna og tryggja skipanirnar hjá Bakkafrosti. Tilburðurin er fráboðaður viðkomandi myndugleikum.
 
05.10.2026 - 09:55

Hósdagin í síðstu viku framdu teldusníkar álop á Bakkafrost. 

KT-deildin og verjuskipanirnar varnaðust álopið og settu skjótt átøk í verk.

- Óviðkomandi hava fingið atgongd til ávísar brúkaraupplýsingar, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti.

 


Regin Jacobsen.

 

Arbeitt verður saman við uttanhýsis trygdarserfrøðingum at kanna og tryggja skipanirnar. Tilburðurin er fráboðaður viðkomandi myndugleikum.

Hendingin hevur við sær órógv í arbeiðsgongdum, serliga hjá Bakkafrosti í Skotlandi.

- Vit vóna, at alt kemur í rættlag um nakrar dagar. Trygdin hevur tó fremstu raðfesting, og kanningararbeiðið kann taka longri tíð.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

05102026_Regin_og_teldualop

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423