Skráin fyri Spæl føroyskt 2026 tøk

Skráin fyri Spæl føroyskt 2026 tøk
Spæl føroyskt-vikan fór á bakkastokki um vikuskiftið við setan í Salt á Drelnesi og fleiri tiltøkum. Nú er skráin fyri allan Spæl føroyskt-vikuna tøk
 
05.10.2026 - 12:27

Árliga Spæl føroyskt-vikan var í gjárkvøldið sett í Salt á Drelnesi. Setanin skilmarkaði, at alla hesa vikuna verður bara føroyskur tónleikur spældur í útvarpinum, umframt at óvanliga nógv tónleikatiltøk eru á skránni kring alt landið hesa vikuna. 

Fyrstu konsertirnar og tiltøkini vóru longu um vikuskiftið, har Rútmubeiggjarnir spældu í Listastovuni í Miðvági, meðan legendariski andaligi bólkurin Ichtus spældi eina konsert í Lívdini í Hoyvík. 


Millum fyrstu tiltøkini í Spæl føroyskt-vikuni var konsertin við legendariska Ichtos og Rúna Højgaard í Lívdini í Hoyvík (Mynd: Birgir Kruse)

 

LES EISINI: BirkBlog: Bossanova í Lívdini

 

Øll skráin fyri Spæl føroyskt er nú tøk og sæst á vangunum hjá Spæl føroyskt á sosialu miðlunum Facebook og Instagram. 

 

FMA verður í Løkshøll

Upphavið til Spæl føroyskt-vikuna var, at Kringvarp Føroya byrjaði at spæla føroyskan tónleik burturav í útvarpinum í vikuni upp til Faroese Music Awards, FMA. 

Spæl føroyskt-vikan bleiv síðani víðkað til eisini at fevna um konsertir og onnur tiltøk, ið Tónleikasamband Føroya samskipar í eini Spæl føroyskt-skrá. 

Spæl føroyskt-átakið er nú flutt burtur frá FMA, sum vanliga liggur í februar. 

Komandi ár verður FMA 26. februar í Løkshøll í Runavík. 

Í ár er fjórða árið at Tónleikasambandið samskipar Spæl føroyskt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688