Politiið ávarar føroyingar, sum hava danskt CPR-nummar

Politiið ávarar føroyingar, sum hava danskt CPR-nummar
Óviðkomandi einstaklingar hava fingið ólógliga atgongd til millum annað nøvn, bústaðir og persónsnummur hjá 8,8 milliónum fólkum í Danmark
Politiið ávarar føroyingar, sum hava danskt CPR-nummar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.10.2026 - 14:48

Politiið ávarar nú eisini føroyingar, sum hava danskt CPR-nummar, eftir at CPR (Det Centrale Personregister) hevur staðfest eitt álvarsligt trygdarbrot, har óviðkomandi hava fingið atgongd til nógv nøvn, bústaðir og CPR-nummur.

Óviðkomandi einstaklingar hava fingið ólógliga atgongd til millum annað nøvn, bústaðir og persónsnummur hjá 8,8 milliónum fólkum í Danmark.

Teldusníkarnir hava nýtt lógarbundnu atgongdina hjá eini danskari fyritøku at leita í persónsnummarskránni, sum eitur CPR-skráin í Danmark, skrivar danska ráðið fyri gransking, útbúgving og talgilding í tíðindaskrivi.

Nógvir føroyingar hava CPR-nummur, og vandi er nú fyri, at hesar persónsupplýsingar kunnu verða misnýttar.

 

 

Ver varin

Politiið heitir á fólk um at vera varin, um onkur kemur við óvæntaðari áheitan.

- Ver serliga varin, um tú fært eini sms-boð, uppringing ella teldupost, har sendarin nevnir persónligar upplýsingar um teg. Minst til, at stovnar og myndugleikar ikki senda ella biðja um persónligar upplýsingar á henda hátt.

- Trýst ikki á óvæntað leinki.

- Um tú fært ein óvæntaðan teldupost ella sms-boð við einum leinki, mást tú ikki trýsta á tað. Far í staðin sjálv/ur inn á almennu heimasíðuna, ella ring til høvuðsnummarið hjá stovninum ella myndugleikanum og kanna, um áheitanin er sonn.

-  Lat ikki persónligar upplýsingar frá tær.

Lat ongantíð upplýsingar um MitID, Samleikan, loyniorð, kortupplýsingar ella tílíkt frá tær.

Ber skjótt at, um skaðin er hendur: Hevur tú latið persónligar upplýsingar frá tær, skalt tú beinanvegin seta teg í samband við tín peningastovn. Um skaðin hendir eftir arbeiðstíð, kanst tú kanst sperra gjaldskortið á netbankanum, sigur politiið.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162