- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sultanurin av Oman seinkar landsliðsvenjingini
Venjingin hjá føroysku fótbóltsmonnunum á Astana Arena er seinkað, tí bussurin, sum skal koyra meginpartin av spælarunum til leikvøllin, er fastur í ferðsluni.
Grundin er, at sultanurin av Oman er á almennari vitjan í Kasakstan, og tí er ferðslutøppur í Kasakstanska høvuðsstaðnum.
- Onkrir vegir eru stongdir, og bussførarin stríðist við at finna stadion, men vit hopa, at tað fer at verða hvørja løtu, segði Eyðun Klakstein, sum saman við Jóannesi Bjartalíð, Poul Kallsberg og Samuel Chukwudi vóru møttir frammanundan til tíðindafund.
Føroyski venjarin vildi ikki lata seg ørkymla, og vónaði, at teir fóru at finna eina loysn skjótast gjørligt.
Føroyar spæla fjórða og seinasta Nations League-dystin í hesum umfarinum ímóti Kasakstan í morgin klokkan 15.00. Kringvarpið byrjar at senda hálvan tíma fyri dystarbyrjan.


























