Heimsstjørnan, ið føroyingar ikki vita, at teir eiga

Heimsstjørnan, ið føroyingar ikki vita, at teir eiga
"Eg havi brúkt eina løtu at finna mína rødd aftur," staðfestir Janus Rasmussen, ið aftur syngur á nýggju plátuni "Inert". Fríggjadagin er Janus gestur í LEITISSTEIN
Mynd: Vikram Pradhan  
 
07.10.2026 - 19:00

Janus Rasmussen. 

Navnið sigur kanska ikki føroyingum nakað serligt í sær sjálvum. 

Men um tú sigur, at Janus Rasmussen er hin helvtin av føroyska superbólkinum BYRTA, ið hann hevur saman við Guðrið Hansdóttir, so rakna flest allir føroyingar nokk við. 

Men Janus Rasmussen, ið hevur búð í Reykjavík síðani 2008, er eisini heimsstjørnan, ið vit føroyingar ikki vita, at vit eiga.

Tá Janus Rasmussen ikki ognartekur heimliga tónleikapallin saman við BYRTA, so er ferðast hann runt til heimsins størstu elektronisku tónleikapallar at framføra - antin einsamallur ella saman við íslendska Ólafur Arnalds í heimskendu dou-ini Kiasmos. 

 

Gestur í LEITISSTEIN

Fríggjadagin klokkan 13 er Janus Rasmussen gestur í útvarpssendingini LEITISSTEIN í sambandi við, at hann útgav Janus plátuna "Inert" í summar. 

"Inert" er onnur solopláta Janusar eftir "Vín" frá 2019, sum eitt nú var í uppskoti til tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins 2020.

Konsertferðin hjá Janusi í november sigur í roynd og veru alt um, hvussu umbiðin havnamaðurin í Reykjavík er, tí tá vitjar Janus Rasmussen fýra evropiskar býir upp á fýra dagar.

Mikudagin 25. november framførir hann tvær konsertir í París. Dagin eftir, hósdagin 26. november, er hann í London, har eisini tvær konsertir eru á skránni. Áðrenn leiðin gongur til Warsawa í Póllandi, fríggjadagin 27. november, og síðani til Berlin leygardagin 28. november. 


Mynd: Janus Rasmussen á Instagram

 

Brýtur upp úr nýggjum

"Inert" skilmarkar byrjanina til eitt nýtt tíðarskeið tónlistarliga hjá Janusi, tí hann er byrjaður at syngja aftur, sum annars ikki er nakað, ið hann hevur gjørt síðani tíðina við bólkunum Lama Sea í 00-unum og Bloodgroupe í 10-unum. 

"Eg komi frá einari rokkbakgrund við Lama Sea, so eg havi saknað at brúkt røddina. Elektroniski tónleikuri, sum eg havi fingist við seinastu nógvu árini, er ofta instrumentalur," greiðir Janus Rasmussen frá, tá hann er gestur í LEITISSTEIN fríggjadagin kl. 13.

"Tað hevur verið skeg at roynt at sungið aftur, men eisini eitt sindur ræðandi. Nógv er broytt hesi árini, síðani eg seinast sang á einari útgávu, eitt nú tónleikasmakkurin og røddin hjá mær. Tað er eisini beinleiðis orsøkin til, at tað tók so langa tíð at gera hesa plátuna lidna, tí eg havi brúkt eina løtu upp á at finna mína egnu rødd aftur. Hvussu skal eg ljóða í hesum samanhanginum?"


Mynd: @vikrampradhan / Myndaprýðing: @sigrun.hanna

 

Janus Rasmussen roynir heldur ikki at fjala, at hann hevur verið ivandi um, hvussu hansara fjepparar fóru at taka ímóti broytingini. 

"Tey, ið lurta eftir mínum tónleiki í dag, hava ongantíð hoyrt meg sungið áður. Tónleikafjepparar eru ofta ikki serliga fegnir fyri broytingar, men lukkutíð, so hava fjeppararnir tikið væl móti 'Inert'."

 

Trekleiki

Heitið á plátuni "Inert" kemur av orðinum "Inertia", ið merkir trekleiki.

"Inertia umboðar onkursvegna tilgongdina, ið eg sjálvur eri farin ígjøgnum við framleiðsluni av hesi plátuni. Eg havi kanska kent meg eitt sindur fastlæstan í tí slagi av elektroniskum tónleiki, ið eg havi fingist við, og tí havi eg roynt at brotið gjøgnum tann trekleika, sum eg havi merkt á mær sjálvum við at skula fremja hesa tónlistarligu broytingina."

Janus Rasmussen greiðir eisini frá, at á hesari plátuni hevur hann ynskt at brúka allar teir førleikar, sum hann hevur nomið sær hesi árini í tónleikavinnuni. 

"Um eg skal lýsa tónleikin fyri fólki, sum vanliga ikki lurta eftir elektroniskum tónleiki, so vildi eg sagt, at tónleikur fellur undir elektronika. Men um eg skal fara eitt sindur djypri, so er eitt sindur av UK garagebeat, broken beat og club techno house. Plátan er elektronisk, men hon ikki serliga fastløgd innan fyri eina sjangru. Tað er kanska ikki serliga smart at gera í dag, tá alt verður lagt í sjangrur og stýrt av algoritmum." 

261007_REYP_LEITISSTEIN_JANUS_RASMUSSEN

 

Hvat: LEITISSTEIN
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjadag kl. 13, ella tá tað passar tær á KVF Ljóð
Hvør: Janus Rasmussen

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595