- Tíðindi, mentan og ítróttur
A-landsliðið hevur fingið málmansvenjara

Fótbóltssamband Føroya hevur gjørt avtalu við Mogens Krogh fyri restina av hesum árinum.

Hann verður harvið knýttur at føroyska landsliðnum til teir tríggjar dystirnar í HM-undankappingini, sum verða í heyst.

Mogens Krogh er 49 ára gamal. Hann avloysti í 1991 Peter Schmeichel av í Brøndby og leikti í alt 464 dystir á besta liðnum hjá Brøndby og 10 A-landsdystir fyri Danmark.

Fyrsti HM-undankappingardysturin hjá føroyska landsliðnum í heyst er á útivølli móti Týsklandi tann 7. september.

Tann 12. oktober spæla Føroyar á heimavølli móti Svøríki, og tann 16. oktober kemur Írland til Føroya at spæla á Tórsvølli.