Krabbameinsfelagið keypir hús

Krabbameinsfelagið keypir hús
Felagið sigur, at stóra virksemi tess rúmast ikki longur í leigaðu hølunum 
Krabbameinsfelagið hevur keypt hús í Støðlagøtu á Argjum.
 
12.10.2026 - 07:11

Krabbameinsfelagið hevur keypt hús.

Tað hevur skrivað til fíggjarnevndina, sum hevur uppskotið um fíggjarlóg fyri 2027, og Heilsu- og Orkumálaráðið og biðið um stuðul

Felagið sigur, at stóra virksemi tess rúmast ikki longur í leigaðu hølunum. 

Húsið, sum felagið hevur keypt, kann takast í brúk um eitt ár.

Tað er, um fígging fæst.

Húsið er við Støðlagøtu á Argjum.

Krabbameinsfelagið sigur seg hava fingið Betri sum ein høvuðsstuðul til verkætlanina, - Betri hevur latið 2,5 mió.kr. í stuðli í 2026. 

Tað kostar 13,5 milliónir at keypa húsið.

Tað mesta, 8,7 mió. kr., fer til umbygging.

Eginpeningurin, ein millión, er goldin.

Landsinnsavningin í 2027 skal koma við trimum milliónum.

Umsókn er send Betri um stuðul í 2027, og umsóknir vera sendar AP Møller grunninum, Realdania og øðrum, sigur Krabbameinsfelagið. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531