Landsliðssteðgurin kom væl við hjá Jákupi Biskopstø

Landsliðssteðgurin kom væl við hjá Jákupi Biskopstø
Hann hevði óivað vilja verið við landsliðnum í Nations League, men steðgurin gjørdi, at Jákup Biskopstø fekk arbeitt við skaðanum so frægt, at hann nú aftur fær spælt
12.10.2026 - 16:40

Jákup Biskopstø spældi allan dystin, tá KÍ vann sannførandi á HB sunnudagin og samstundis hongur í NSÍ í FM-stríðnum.

KÍ-liðskiparin hevur stríðst við ein ryggskaða síðan í summar, og Nations League-landsliðssteðgurin loyvdi honum at venja so mikið miðvíst við skaðanum, at hann aftur fær spælt við mestsum fullari ferð.

 - Nú varð eg "clearaður" til fulla venjing fyri eini tveimum, trimum vikum síðan, beint tá landsliðsúttøkan var, og eg kom so ikki við har. So havi eg havt tær vikurnar har norðuri at vant ótrúliga hart bæði saman við nýggjam venjaratoyminum og læknatoyminum, og tað er tann venjingin, sum ger, at eg kann spæla 90 minuttir í dag, segði KÍ-liðskiparin eftir týðandi sigurin í Havn.

Tað var í heimatapinum fyri 07 Vestur 28. juni, at Jákup Biskopstø fór út við skaða í rygginum, sum millum annað merkti, at KÍ mátti vera liðskiparan fyriuttan í evropeisku dystunum í summar.

 - Har havi eg enn ein lítlan skaða í rygginum, sum eg má arbeiða við í eina tíð afturat, og so fekk eg eitt sindur burtur úr ongum eina stóra infektión í knæið og endaði á sjúkrahúsinum í eina tíð eisini, segði Jákup Biskopstø.

 - Eg havi verið nokkso langt uttanfyri í summar, beint tá mínir liðfelagar spældu og kempaðu í Evropa, og nú landsliðið kom saman, so tað hevur verið ein drúgv og ørkymlandi tíð, segði KÍ-liðskiparin, sum nú venur við fullari ferð.

 - So handlar tað um at hanga í teir síðstu dystirnar.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Morgunlestur mikudagur 11. november 2026
216223
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096