1800 handtikin eftir ófrið í Fraklandi

1800 handtikin eftir ófrið í Fraklandi
Politiið í Fraklandi hevur handtikið fleiri enn 1800 fólk eftir ógvuslig mótmæli í fleiri støðum í Fraklandi í gjár og í nátt
Herverk er gjørt á nógvar handlar ymsastaðni í Fraklandi.
Mynd: Matthieu Rondel/AFP/Ritzau Scanpix  
 
18.10.2026 - 15:26

Fólk hava gjørt herverk, eldur er settur á bygningar, handlar, kafe'ir og múrsteinar eru blakaðir eftir politinum. 

Handilsvindeygu vóru brotin, og fólk í hettum hava tikið nógv klæði og skógvar úr handlum, skriva fleiri miðlar.

Í býnum Limoges varð eldur settur á ráðhúsið, sum er frá 1883. Tað brann í grund.  

Løgreglan hevur svarað aftur við táragassi og annars roynt at spjaða gongurnar.

Stéphanie Surrugue, korspodentur hjá DR greiðir soleiðis frá.

 

1838602

 

 

800.000 fólk

Fronsku myndugleikarnri halda, at umleið 550.000 fólk vóru á gøtunum og mótmæltu.

Fyrireikararnir siga, at umleið 800.000 fólk mótmæltu.

Í París mótmæltu umleið 110.000 fólk.

500 løgreglufólk og sløkkiliðsfólk fingu skaða ísambandi við mótmælini í gjár.

 

Fleiri hundrað milliónir evrir

- Handlar eru oyðilagdir fyri eitt virði á fleiri hundrað milliónir evrir, sigur Alexander Bompard, sum er formaður í landsfelagnum fyri handlar og útbreiðslu.

Mótmælini byrjaðu sum ákoyringar av støðuni í skúlunum í Fraklandi. Síðani eru eisini onnur viðurskifti konin við, m.a. at tað er dýrt alt liga, og at almennu tilboðini versna.

 

Boyggja seg ikki 

Innanríkisráðharrin Laurent Nuñez skrivar á sosiala miðlinum X, at tað eru mótmælisfólk uttast á vistraveinginum  og kriminell, sum eru orsøk til harðskapin.

- Republikkin fer ikki at boyggja seg fyri teimum, sum brúka harðskap og royna at skapa óskil, skrivar hann. 


Forsetin talar til tjóðina

Í kvøld klokkan sjey, fer Emmanuel Macron, forseti í Fraklandi at tala til tjóðina,

Áðrenn tað skal forsetin hava kreppufund við fleiri ráðharrar í stjórnini.

Í gjár skrivaði hann á X, at fólkini, sum hava oyðilagt handlar og almennar bygningar verða rættarsøkt og revsað.

 

Steingið mørkini

Amerikanski forsetin Donald Trump úttalar seg nú eisini um ófriðin í Fraklandi.

- Tað er eldur í Fraklandi. Tilflytingin av fólkum úr einum heilt øðrum heimi, menniskju við hatri í hjartanum, hava oyðilagt eitt einaferð so stórt land, skrivar hann á Truth Sosial.

- Steingið mørkini og takið stýringin aftur, áðrenn tað er ov seint, skrivar Trump.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028