Løgmaður hevur álit á Jørgeni Niclasen

Løgmaður hevur álit á Jørgeni Niclasen
Frágreiðingin, ið varð løgd fram á tíðindafundinum fríggjadagin, broytir ikki ta støðuna, sigur løgmaður
 
19.01.2014 - 11:28

Kaj Leo Holm Johannesen hevur enn álit á Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum.

- Upplýsingarnir og umrøðan seinastu vikurnar í hesum 20 til 25 ára gamla tollmálinum broyta ikki mína støðu, skrivar løgmaður í tíðindabrævi fyrrapartin.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur seg fremst av øllum hyggja at viðurskiftum, sum tey eru í dag, og ta tíðina, Jørgen Niclasen og hann hava samstarvað.

Tollmálið snýr seg hvørki um rættarligu ella politisku ábyrgdina hjá Jørgeni Niclasen sum landsstýrismanni í fíggjarmálum, og er tí ikki partur av eftirlitsskyldu løgmans sambært stýrisskipanini.

- Veruleikin er, at Jørgen Niclasen er valdur í Landsstýrið tríggjar ferðir, og valdur av føroya fólki í Løgtingið seks ferðir síðan tollmálið. Við hesum í huga hevði tað verið eitt sindur margháttligt, at hetta 20 til 25 ára gamla tollmálið skuldi nú havt við sær, at Jørgen Niclasen misti sín landsstýrissess, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659