Føroyar stríddu seg upp á javnt

Føroyar stríddu seg upp á javnt
Við brotskasti frá Mariu P. Nólsoy í seinastu sekundunum tryggjaðu føroysku hondbóltskvinnurnar sær javnleik í venjingardysti ímóti Eysturríki
Føroyar stríddu seg til javnleik í fyrra EM-fyrireikingardystinum ímóti Eysturríki
Mynd: Speedshot/Christian Krutis  
 
22.10.2026 - 21:28

Føroysku hondbóltskvinnurnar treiskaðust og tryggjaðu sær javnleik í venjingardystinum ímóti Eysturríki.

Toppskjúttin Maria Pálsdóttir Nólsoy skoraði við brotskasti í síðstu sekundunum, og kvinnurnar kundu hálsfevnast og fegnast um 33-33 eftir at hava runnið aftaná meginpartin av seinna hálvleiki.

Áðrenn dystin varð greitt, at knæskaði forðar fótfimu Súnu Krossteig Hansen at spæla í endaspælinum í Póllandi í desember, og tað er dyggur smeitur í álopsspælinum.

LES EISINI: Súna ikki við til endaspælið

Maria Pálsdóttir Nólsoy og Jana Mittún fara tískil at mangla tískil triðja musketerin í bakketuni, og nakrar fingu kjansin ímóti eysturríkarunum. Millum annað Marita Mortensen, Fríða Nolsøe Olsen og Ró Reginsdóttir vóru at síggja. 

Á vongunum fingu Joan Johannesen og Christina T. Arge eisini virðismiklar minuttir afturat royndaru Rannvá Olsen og Brynhild Pálsdóttir.

Tað vóru kortini tó Jana Mittún, Pernille Brandenborg og ikki minst Maria Pálsdóttir Nólsoy, sum gingu undan síðstu 10 minuttirnar, tá Føroyar skutu fimm mál fleiri enn vertirnir.

Leygardagin spæla Føroyar seinna venjingardystin ímóti Eysturríki.

 

Málskjúttar, Føroyar: Maria P. Nólsoy 8 (3), Jana Mittún 7 (1), Pernille Brandenborg 6 (2), Rannvá Olsen 3, Christina Turiðardóttir Arge 3, Fríða Nolsøe Olsen 3 (3), Brynhild Pálsdóttir 1, Marita Mortensen 1, Joan Rúnadóttir Johannsen 1

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672