- Tíðindi, mentan og ítróttur
Géza mál og upplegg í Grimsby sigri

Grimsby Town hevði bert fingið eitt stig seinastu seks landskappingardystirnar, men laka gongdin varð steðgað við stórsigri á Gillingham.
Tað var ikki minst Géza Dávid Turi fyri at takka. Føroyski landsliðsmiðvallarin skoraði eitt mál og legði upp til eitt í 4-1 útisigrinum á Priestfield Stadium.
Grimsby legði seg framum mestsum beinanvegin, men heimaliðið javnaði, tá leið ímóti hálvleiki.
Eftir steðgin skeyt Iwan Morgan brotsspark í netið til 2-1, áðrenn Géza Dávid Turi økti til 3-1. Landsliðsmiðvallarin spældi ein mann leysan høgrumegin, og tá bólturin datt fyri fóturnar í Géza Dávid Turi inni í málteiginum, var uppgávan einføld.
Einki einfalt var við sendingini hjá føroyinginum 20 minuttir fyri tíð, tá Sonny Finch kom innn úr høgru síðu og gjørdist púra leysur við málverjanum og umsetti til 4-1.
Grimsby, sum fekk eina sera góða byrjan upp á kappingina, er nú nummar 11 í League Two, men sum vera man í lægru ensku deildunum, er ikki so langt upp til røkkstøkk-plássini.



























