- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ísrael ávarar um iransk álop á valdegnum
Ísrael ávarar um iransk álop á valdegnum
Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, sigur, at útsøgnin er grundað á upplýsingar frá ísraelskari fregnartænastu.

Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix
26.10.2026 - 08:36
Tá ísraelar í morgin fara á val, er tað ikki óhugsandi, at Iran og tess sameindu fara at royna at órógva valið við álopum á Ísrael.
Tað sigur ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, í sjónbandsbroti.
- Latið vera við tí. Vit svara aftur, og tað verður nógv harðari, sigur Netanyahu.
Sambært Netanyahu er útsøgnin grundað á upplýsingar frá ísraelskari fregnartænastu.
Iran hevur ikki viðmerkt málið enn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



















