- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nations League: Nú skal røkka ella støkka
Bert smávegis broytingar vóru í manslandsliðshópinum, sum Eyðun Klakstein kunngjørdi maándagin, nú tveir teir seinastu dystirnir í Nations League nærkast.
Fyrst tekur Slovakia ímóti Føroyum í Kosice, áðrenn Moldova vitjar á Tórsvølli tríggjar dagar seinni.
Júst dysturin ímóti Moldova kann skjótt gerast ein uppgerð um annað plássið í bólkinum aftanfyri Slovakia; eitt annað pláss, sum gevur spennandi røkkstøkk-uppflytingardystir til B-deildina í Nations League.
- Tað er minsta málið hjá okkum nú. At vit í hesum báðum dystunum fara eftir avrikunum og úrslitunum, sum gera tað, at vit í minsta lagi kunnu gerast nummar tvey og fáa hesar playoff-dystirnar, segði Eyðun Klakstein.
Føroyar og Moldova hava bæði fýra stig í part. Slovakia hevur 10 stig, og Kasakstan hevur tvey stig.



























