337 føroysk heilsustarvsfólk í loyniligari skráseting hjá Novo Nordisk

337 føroysk heilsustarvsfólk í loyniligari skráseting hjá Novo Nordisk
Ein dátuleki hjá Novo Nordisk vísir, at heilivágsfyritøkan hevur skrásett 337 føroysk heilsustarvsfólk. Fýra læknar eru skrásettir sum forsprákarar fyri heilivág hjá Novo
Høvuðsskrivstovan hjá Novo Nordisk
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
04.11.2026 - 12:21

Danska heilivágsfyritøkan Novo Nordisk hevur skrásett 337 føroysk heilsustarvsfólk í einum innanhýsis dátugrunni.

Tað vísa upplýsingar úr einum dátuleka, sum danski miðilin Ingeniøren hevur fingið fatur á og greinað.

Sambært upplýsingunum, sum Ingeniøren hevur latið Kringvarpinum, eru 87 av teimum skrásettu læknar. Harumframt eru sjúkrarøktarfrøðingar, apoteksstarvsfólk og leiðslufólk í føroyska heilsuverkinum skrásett.

Dátugrunnurin fevnir millum annað um starvsfólk á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Suðuroyar Sjúkrahúsi og í kommunulæknaviðtalum.

Samanlagt fevnir dátugrunnurin hjá Novo Nordisk, sambært Ingeniøren, um 46.843 heilsustarvsfólk, harav umleið 7.000 eru mett eftir handilsligum virði og trúfesti mótvegis vørunum hjá Novo.

 

Fýra læknar fáa hægstu meting 

Novo Nordisk hevur eisini eina innanhýsis stigskipaða skrásetingarskipan, nevnd Adoption Ladder, har læknar verða flokkaðir eftir, hvussu nógv teir skriva út av ávísum heilivági frá fyritøkuni, eitt nú Ozempic og Wegovy.

Skipanin hevur fleiri stig. Niðast eru læknar, sum ikki brúka heilivágin í viðgerðini, og læknar, sum bert hava roynt hann nakrar ferðir í viðgerðini. Síðan koma læknar, sum regluliga skriva heilivágin út.

Ovasta stigið kallast Advocate, sum merkir talsfólk ella forsprákari.

Sambært dátugrunninum eru 11 føroyskir læknar flokkaðir sum regluligir brúkarar, meðan fýra føroyskir læknar eru í ovasta bólkinum sum Advocates. 

Tveir av hesum læknum starvast á Medisinska Ambulatorium G3 á Landssjúkrahúsinum, meðan hinir báðir eru knýttir at Læknaviðtaluni hjá Katrini og Rúna, sum heldur til á Berjabrekku í Havn.

Novo Nordisk hevur í sínari innanhýsis skráseting flokkað hesar fýra læknar sum ambassadørar fyri heilivágin Ozempic og Tresiba, sum verður brúkt at viðgera diabetes. 

Í tilfarinum frá Ingeniøren til Kringvarpið ber tó ikki til at staðfesta, um hesir fýra læknarnir eisini eru Advocates - forsprákarir fyri klænkiheilivágnum Wegovy, ella um tey eru vitandi um tað. 

Tað ber heldur ikki til at staðfesta, at læknarnir sjálvir vita av flokkingini, ella at teir hava átikið sær nakran leiklut sum talsfólk fyri Novo Nordisk.

Í Sjúkrahúsverkinum eru tey ikki vitandi um hendan listan hjá Novo Nordisk, og hjá læknaviðtaluni hjá Katrini og Rúna var annar læknin í feriu, meðan hin læknin var upptikin í læknaviðtaluni í dag.

 

Læknar mettir eftir handilsligum virði

Umframt at flokka læknar eftir útskriving av heilivági, so hevur Novo Nordisk eisini mett teirra handilsliga virði fyri fyritøkuna.

Fimm føroyskir læknar hava fingið eina meting frá A til D, har A er hægsta meting.

Fýra teirra hava fingið A, og ein hevur fingið B.

Metingarnar eru knýttar at møguligari sølu av heilivági til diabetes og GLP-1-viðgerð.

 

Limir í Vísindasíðseminevndini eisini skrásettir

Novo Nordisk hevur eisini skrásett føroysk embætisfólk og fólk við ábyrgd, teirra millum limir í Vísindasiðseminevndini, í dátugrunninum.

Sambært Ingeniøren eru tey skrásett undir heitinum Market Access, sum snýr seg um atgongd hjá heilivági til marknaðin og til heilsuverkið.

Ógreitt er, hví hesi fólk eru skrásett, og hvussu Novo brúkar hesar upplýsingar.

 

Læknar í Danmark krevja svar

Avdúkingin hevur vakt ans í Danmark, har bæði Lægeforeningen og Dansk Sygeplejeråd hava kravt frágreiðing frá Novo Nordisk.

Feløgini óttast, at slíkar skrásetingar kunnu sáa iva um fakliga óheftnið hjá heilsustarvsfólki.

Novo Nordisk hevur hinvegin víst á, at tað er vanligt í heilivágsídnaðinum at hava dátugrunnar um heilsustarvsfólk, og at fyritøkan heldur seg innan galdandi lógir og reglur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216834
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748