- Tíðindi, mentan og ítróttur
Wittkoff og Kushner komnir til Moskva
Wittkoff og Kushner komnir til Moskva
Teir báðir sendimenninir skulu hitta Putin, forseta, um friðarsamraðingarnar, sum hava verið í Abu Dhabi

Steve Witkoff og Jared Kushner eru komnir til Moskva.
Mynd: Handout/AFP/Ritzau Scanpix
12.11.2026 - 10:09
Serligu amerikonsku sendimenninir, Jared Kushner og Steve Witkoff, eru komnir til Moskva í morgun, skrivar Reuters-tíðindastovan.
Har skulu teir hitta russiska forsetan, Vladimir Putin, í Kreml.
Kushner og Witkoff koma til Moskva eftir trípartasamráðingar fyrr í vikuni í Abu Dhabi.
Undan fundinum við Putin skulu teir hitta serliga sendimannin hjá Putin, Kirill Dmitrijev, siga keldurnar. Dmitrijev var tann, sum tók ímóti teimum á flogvøllinum.
Kushner og Witkoff hava týðandi leiklut sum meklarar í friðarsamrøðunum millum Russland og Ukraina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. november
Breddin: Novo Nordisk - álitisbrot millum sjúklingar og heilsustarvsfólk?
216536
Nýggjastu sendingar í SV


























