- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jarðfeingi bjóðar út veiting av CO2
Jarðfeingi bjóðar út veiting av CO2
Veitingartíðin er frá 1. apríl til 1. juli næsta ár, og tríggjar bingjur skulu altíð vera í Havn

Jarðfeingi bjóðar út veiting av CO2 í sambandi við granskingarverkætlan.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
16.11.2026 - 15:23
Eitt óvanligt útboð er komið á Keypsportalin.
Jarðfeingi bjóðar út veiting av CO2 í sambandi við granskingarverkætlan.
Talan er um 150 tons í átta 20 tons bingjum.
Veitingartíðin er frá 1. apríl til 1. juli næsta ár.
Tríggjar bingjur skulu altíð vera í Havn.
Harafturat skulu upp í fimm vera í rundferð til áfylling.
Hetta talið veldst um flutningstíðina millum Havnina og áfyllingarstað uttanlands.
Hon skal í mesta lagi vera 16 dagar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























