Áki, Mattias og hinir til reiðar til uppflytingardystir

Áki, Mattias og hinir til reiðar til uppflytingardystir
Áki Samuelsen legði Føroyar framum fyri steðgin, og Mattias Lamhauge hevði fleiri stórbjargingar, sum gjørdu, at leiðslan helt dystin út
 
16.11.2026 - 19:07

Tað var í tøkum tíma.

Føroyska manslandsliðið í fótbólti vann endiliga í Nations League, men sigurin hevur verið leingi ávegis, og tá hann kom, var hann tað søtari.

Áki Samuelsen skeyt sítt triðja mál í kappingini, meðan Mattias Lamhauge mundi spæla sín besta landsdyst yvirhøvur við fleiri framúr góðum og avgerandi bjargingum.

Saman við øllum hinum á Tórsvølli - stórum og smáum - tryggjaðu teir báðir Føroyum tepra, men samstundis risastóra sigurin á Moldova, og uppflytingardystir til deild B í vár.

 

Væl frá byrjan

Føroysku menninir tøktust ikki stórvegis ávirkaðir av týdninginum á Tórsvølli, tí teir lupu á frá byrjan, og fyrsta korterið var at kalla eitt langt føroyskt power play.

Besti kjansurin hesa løtuna kom beinan vegin, tá Géza Dávid Turi spældi Hanus Sørensen leysan inni í brotsteiginum, men málverjin bjargaði skotinum úr spískum.

Næstu minuttirnar royndi heimaliðið við skoti eftir horna og skallara frá Áka Samuelsen, og tey mongu, sum høvdu leitað sær á Tórsvøll ein mánadag seinnapart, kendu á sær, at eitt mál var á veg.

 

Aftur og aftur Áki

Og tey høvdu rætt. 24 minuttir vóru spældir, tá Adrian Justinussen fann Áka Samuelsen inni í brotsteiginum, og Mjällby-maðurin var ísakaldur, og sendi bóltin ímillum beinini á málverjanum. Triðja málið í Nations League hjá Mjällby-manninum og sanniliga eitt gott landsliðsár.

Føroyingarnir góvust ikki at leypa á kortini. Adrian Justinussen royndi seg tvær ferðir. Fyrst við góðum skoti, sum málverjin bjargaði, og síðan við knallhørðum frísparki úr eini 30 metrum, sum málverjin mátti boksa burtur.

Útiliðið ressaðist, tá trýstið linkaði nakað, og Mattias Lamhauge mátti bjarga Føroyum, tá moldavar brádliga og eitt sindur tilvildarliga gjørdust púra leysir í brotsteiginum. Leiðslan helt kortini til hálvleiks.

 

Mattias mátti bjarga Føroyum

Moldavar vóru eyðsæð ikki nøgdir við gongdina, og sendu tríggjar nýggjar spælarar á vøllin til seinna hálvleik. 

Teir sóu eisini nógv meir til bóltin fyrstu løtuna, meðan føroyingarnir dúvaðu upp á kontraálop. Tað gekk eisini fínt, og Hanus Sørensen var órógvaður í góðari skotstøðu í brotsteiginum, men dómarin helt ikki, at brotið var nóg stórt at døma brotsspark fyri.

Moldavar vóru toluliga ófarligir, til ein lítil tími var spældur, tá Petru Popescu brádliga snýtti føroysku rangstøðufelluna. Mattias Lamhauge hevði bjargað heimaliðnum eina ferð fyri steðgin, og aftur hesa ferð var hann til reiðar við eini framúr bjarging. Tað var hann eisini seinni, tá útiliðið royndi seg úr stuttari frástøðu seinni.

Áðrenn tað var Andrias Edmundsson nær við við skallara eftir horna úr vinstru síðu.

 

Knívsegg

Sum frá leið javnvigaði dysturin á eini knívsegg. Báðir partar vistu, hvat eitt mál skeiva vegin hevði at týða. Eyðun Klakstein vísti dirvi og sendi blaðunga Aron Benjaminsen inn á høgra vong, og tað gev Føroyum fleiri góðar støður og fríspørk. Tað tók í roynd og veru eisini broddin av moldavska trýstinum.

Unglingin fekk ein risamøguleika at tryggjað Føroyum sigurin í yvirtíðini, tá Petur Knudsen sendi bóltin flatt innfyri, men skotið við "skeiva" høgra beininum fór á stongina og út. Beint eftir fekk Moldova fríspark, og fleiri á føroyska beinkinum høvdu hug at halda fyri eyguni, men tey sum hugdu sóu einn eina flotta bjarging frá aftasta skansa.

So var liðugt, og Tórsvøllur kundi sleppa gleðini leysari. Í vár hittast øll aftur til nýggjan spennandi dyst við manslandsliðnum.

 

Tórsvøllur (Nations League, 6. umfar)

Føroyar - Moldova 1-0 (1-0)

1-0 Áki Samuelsen, 25 min.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214