Levi Mørk flytur kommunu

bannari
Levi Mørk flytur kommunu
Levi Mørk hevur meldað seg úr Tórshavnar kommunu og er fluttur til Vágs kommunu
Levi Mørk er ikki longur varamaður fyri javnaðarflokkin í Tórshavnar býráði
Mynd: kringvarp.fo  
 
23.01.2014 - 08:17

Tórshavnar kommuna hevur meldað Levi Mørk til løgregluna. Tórshavnar kommuna boðaði týsdagin frá, at hon kannaði raksturin hjá Frítíðarskúlanum í Hoyvík og Klubb 188 í 2012 og 2013.

Úrslitið av hesi kanningini er, at handfaringin av ávísum fíggjarviðurskiftum elvdi til grundaðan illgruna um, at alt er ikki farið rætt fram. Kommunan bað tí løgregluna kanna málið.

Levi Mørk var leiðari í Frítíðarskúlanum í Hoyvík og Klubb 188 til hann í november í fjør fór úr starvinum.

Brúkti meira enn 63 prosent ov nógv

Sambært roknskapinum hjá Frítiðarskúlanum í Hoyvík vóru fram til november í fjør brúkt 63 prosent meira enn játtanin var. Í 2012 helt játtanin hjá Frítiðarskúlanum í Hoyvík.

Í november í fjør hevði Klubb 188 brúkt 11 prosent meira enn játtanin var í fjør. Og í 2012 stóð tann játtanin á minus 21 prosentum. Um hetta er orsøkin til illgrunan hjá kommununi fæst ikki at vita haðani. 

At Levi Mørk nú býr í Vági ger, at hann ikki longur er varamaður hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar býráði. Levi Mørk var býráðslimur í Havn frá 2009 til 2012.

Í verandi valskeiði hevur hann verið inni sum varalimur, tí hann gjørdist áttandi maður á listanum hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu á kommunuvalinum í 2012.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786