- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meira kai í Klaksvík
Meira kai í Klaksvík
Byggifelagið Rókin á Glyvrum skal víðka havnarøkið á Grótrætt í Klaksvík

Havnarlagið í Klaksvik verður størri.
23.11.2026 - 07:17
Byggifelagið Rókin á Glyvrum skal víðka havnarøkið á Grótrætt í Klaksvík.
Rókin hevði lægsta tilboðið, nú millum annað økið millum molarnar á Grótrætt skal fyllast út.
Umframt sjálva útfyllingina er avtalað at víðka kaiøkið.
Hetta merkir, at kaiøkið verður fylt út níggju metrar longri enn tað er í dag.
Við hesum fæst størri arbeiðsøki á landi, samstundis sum keikanturin kemur út á djúpari sjógv, sigur kommunan.
Verkætlanin er haraftrat ein avgerandi liður í ætlanunum hjá Magn, sum arbeiðir við gera nógv størri oljugoymslu á Grótrætt.
Arbeiðið skal kosta 9,5 mió. kr.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























