Jónas og Gunnar: Børnini hava langt síðan gloymt okkum

Jónas og Gunnar: Børnini hava langt síðan gloymt okkum
Jónas Tór Næs og Gunnar Nielsen vórðu heiðraðir fyri trúgva tænastu á fótbóltslandsliðnum undan NL-dystinum ímóti Moldova fyru kortum. Vit tosaðu við teir í undansendingini
23.11.2026 - 17:15

Teir hava nýtt stóran part av lívinum saman.

Vinmenninir Jónas Tór Næs og Gunnar Nielsen, sum eisini spældu saman á fótbóltslandsliðnum í nógv ár. Tilsamans eiga teir 126 dystir fyri Føroyar, og undan avgerandi Nations League-dystinum ímóti Moldova vórðu teir heiðraðir av Fótbóltssambandinum saman við Klæminti A. Olsen og Halli Hansson.

 - Hesi børnini, sum sita og hyggja, tey minnast nokk ikki Jónas. Tað rokni eg ikki við, segði Jónas Tór Næs, sum gavst á landsliðnum í 2018. Hann var eins og Gunnar Nielsen glaður fyri viðurkenningina.

Teir búðu saman í Danmark, tá teir báðir spældu í BK Frem mitt í nullunum, men skjótt gekk leiðin hjá Gunnari Nielsen til Bretlands, har hann millum annað fekk sínar famøsu minuttir í Premier League fyri Manchester City.  

 - Vit spældu saman í Danmark í nøkur ár, áðrenn Gunnar fór til Premier League saman við teimum stóru stjørnunum, smíltist Jónas Tór Næs.

 - Tað var ikki so, at eg føldi meg omanfyri Jónas á nakran hátt, segði Gunnar Nielsen afturímóti og viðgongur, at teir viðhvørt hava rópt eitt sindur hart eftir hvørjum øðrum.

 - Tað hevur nokk meir verið eg, sum havi roypt eftir Jónasi. Tað var altíð eg, sum rópti nokkso nógv, men so gongur ein løta, og so er tað yvirstaðið. Jónas er nokk ikki tann einasti. Vit kunnu taka Atla (Gregersen, blaðm.), sum er hjálparvenjari her. Hann hevur mann eisini havt sínar kampar við. Hatta er bara partur av tí. Menn vilja tað besta, og tú setir krøv, greiðir fyrrverandi landsliðsmálverjin frá.

Sí alla samrøðuna við teir báðar fyrrverandi landsliðsspælararnar omanfyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216834
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748