- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bíligari bygging enn mett

Tað er ikki oftari enn so, at ein bygging kostar minni enn mett.
Men tað er hent hjá SEV.
Metingin segði 233 milliónir. Byggingin kostaði 212 milliónir, sigur SEV.
Koblingarstøðin og battarístøðin á Sandi eru lidnar.
Battaríútgerðin verður í løtuni royndarkoyrd.
Orsøkin til minni kostnað enn tann metti er, at battaríini kostaðu minni enn mett, sigur Jón Nielsen, deildarstjóri hjá SEV.
Endamálið við byggingini er fyrst og fremst at styrkja og framtíðartryggja netið í Sandoynni, har útbyggingar eru, eitt nú smoltstøð í Skálavík.
Harumframt er hetta liður í at styrkja netið í Suðuroy, har stórar útbyggingar við øktum elorkutørvi somuleiðis standa fyri framman.
Um ikki tunnil til Suðuroyar kemur í bræði, verður farið undir at leggja sjókaðal til Suðuroyar fyri at knýta elnetið í Suðuroy í netið í meginøkinum, sigur SEV.


























