- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samráðingarnar um ES-fíggjarætlan eru slitnaðar

Samráðingarnar um næstu langtíðarfíggjarætlanina hjá ES eru slitnaðar.
Ætlanin var, at stjórnarleiðararnir í teimum 27 ES-londunum skuldu samráðast í Brússel bæði í gjár og í dag, men ov stór ósemja er millum londini.
Tí verða fundirnir í dag av ongum, boðaði týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz, frá í gjárkvøldið.
Danmark er millum tey sjey ES-londini, sum halda, at fíggjarætlanin er ov stór, og sum vilja hava, at ein størri partur av pengunum verður brúktur til trygd, kappingarføri og grøna orkuskiftið.
Hinvegin vilja fleiri lond í Suður- og Eysturevropa ikki skerja stuðulin til landbúnað og menning av økjum í ES. Hesin bólkurin fevnir millum annað um Italia og Frakland.
Danska fíggjarmálaráðið upplýsti í gjár, at Danmark skal rinda 12,1 milliard krónur meira í ES-gjaldi, verður uppskotið til fíggjarætlan samtykt.
ES-leiðararnir fáa ein seinasta møguleika at semjast fyri ársskiftið, tá teir hittast aftur á toppfundi í Brússel 17. og 18. desember.


























