Strandarlondini viðgera trætuna um makrelkvotuna

Strandarlondini viðgera trætuna um makrelkvotuna
ES, Noreg, Føroyar og Ísland fara í dag at viðgera drúgvu trætuna um makrelkvotuna á fundi í Bergen
Strandarlondini, ES, Noreg, Føroyar og Ísland, fara í dag at viðgera drúgvu trætuna um makrelkvotuna á fundi í Bergen
 
28.01.2014 - 09:06

Hesa ferð verður fundurin í Bergen, tí Norra og ES kortini hava fund í Bergen um sínámillum fiskirættindi. Annars hava samráðingarnar um makrelin verið í London.

Hetta umfarið byrjaði 15. januar. Eftir tveir dagar vórðu samráðingarnar lagdar niður og síðani tiknar upp aftur í síðstu viku. Heldur ikki tá bar til, og nú verður aftur roynt í Bergen í dag.

ES lovar Føroyum og Íslandi 12 prosent

Sum skilst er stóri knúturin júst nú, hvussu nógv Norra og ES skulu lata av sínum kvotum til Føroya og Íslands, nú ES hevur lovað Føroyum og Íslandi knappliga 12 prosent í part av heildarkvotuni.

Norra heldur upp á, at tá hetta er eitt uppskot hjá ES, eigur ES at lata meira burtur av sínum parti enn Norra.

Norski fiskivinnuráðharrin, Elisabeth Asp-Aker, sigur í tíðindaskrivi, at tað gongur rætta vegin, men nú er tolið um at vera uppi hjá øllum, og minnir á, at Noreg hevur slakað nógv fyri at ganga krøvunum frá Føroyum og Íslandi á møti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392