- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsbólkur mælir frá at stuðla FarGen
FarGen-verkætlanin, sum hevur til endamáls at byggja upp eina íleguskrá av øllum føroyingum, hevur fingið skot fyri bógvin.
Ein arbeiðsbólkur undir Heilsumálaráðnum mælir ráðnum frá at stuðla FarGen-verkætlanini.
Í 21 síðu langa tilmælinum, sum Birita Ludvíksdóttir, løgfrøðiligur ráðgevi, og Terji Petersen, deildarstjóri, hava skrivað, er ein røð av atfinningum mótvegis FarGen-verkætlanini.
Tí ivast arbeiðsbólkurin
Fyri tað fyrsta ivast arbeiðbólkurin í, hvat landið fær burturúr teimum 12 milliónir krónunum, sum ætlanin er at fíggja við almennum pengum.
Arbeiðsbólkurin sigur seg hava trupult við at síggja endamálið við at seta hol á eina verkætlan, ið hevur til endamáls at ílegulesa allar føringar nú, tá ið ítøkilig granskingarúrslit ikki spyrjast burturúr, og tá ið genomroyndirnar vera munandi bíligari komandi árini.
Arbeiðsbólkurin metir tí ikki, at almenna íløgan stendur mát við tað, sum landið fær burturúr verkætlanini.
SÍ EISINI Bogi Eliasen vísir atfinningum aftur
Arbeiðsbólkurin heldur ei heldur, at tað framgongur greitt, um talan er um eina verkætlanin, ið hevur til endamáls at lesa 1000 genomroyndir og goyma tær í einari íleguskrá, ella um verkætlanini fevnir bæði um eina íleguskrá við 900 genomroyndum og eina pilotgranskingarverætlan við heilgenomlesing av 100 genomrýndum.
Eins og Vìsindasiðsemisnevndin hevur víst á, so heldur arbeiðsbólkurin eisini, at ógreiða er í projektlýsingini, um talan er um eina verktætlan við einari íleguskrá, ella um talan er um eina verkætlan við íleguskrá við tilknýttum granskingarverkætlanum.
Arbeiðsbólkurin heldur eisini at, verkætlanin er “ov lítið inkluderandi í mun til relevantar partar í heilsuverkinum,” sum tikið verður til.
Fíggingin er ógreið
Bólkurin saknar, at eitt nú læknar í heilsuverkinum og Ílegusavnið verða tikin við í verkætlanina. Arbeiðsbólkurin vísir eisini á, at lógarverkið má tillagast til eina tílíka umfatandi verkætlanin.
Tí mugu neyðugu lógarkarmarnir vera upp á pláss, áðrenn byrjað verður uppá so stórar verktætlanir sum FarGen, heldur arbeiðsbólkurin.
Ein annar trupulleiki við verkætlanini er, at fíggjarligi parturin ikki er nóg væl lýstur. Niðurstøðan er tí, at arbeiðsbólkurin mæluir Heilsumálaráðnum frá at stuðla FarGen verkætlanini fíggjarliga.
Ístaðin vísir arbeiðsbólkurin á Granskingarráðið, sum kann fáa tær 12 milliónirnar. 12 milliónir, sum kunnu vera markaðar til ílegugransking.