- Tíðindi, mentan og ítróttur
Philip Seymour Hoffman funnin deyður
Kendi amerikanski sjónleikarin Philip Seymour Hoffman er deyður. Tað skrivar Wall Street Journal í dag.
Hann bleiv einans 46 ár, og deyðsorsøkin er enn ókend. Hann varð í øllum førum funnin deyður í sínari íbúð í Manhattan í New York.
Politiið í New York er í gongd við at kanna deyðsorsøkina, og keldur frá TV2 vilja vera við, at hann varð funnin við einari kanylu í arminum, sum nokk merkir, at hann hevur fingið eina yvirdosis.
Hoffman hevur áður havt trupulleikar við rúsevnismisnýtslu og hevur m.a. roynt at verið á avvenjing.
Hvør hevur ikki sæð Hoffman upptraðka í filmum sum "The Hunger Games", "Mission Impossible III" og "The Big Lebowski"? Hann vann eina Oscar-virðisløn í 2005 fyri bestu mannligu høvuðsrolluna í filminum "Capote".
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |