Leggja bara hald á ólógliga reiðskapin

Leggja bara hald á ólógliga reiðskapin
Hetta er serligan mun hjá Finni Fríði, sum sparir eina millión samanborið við kravið frá ákæruvaldinum
Føroya rættur dømdi fýra skiparar at gjalda 150.000 kr. í bót hvør
 
06.02.2014 - 10:20

Bara reiðskapurin, sum varð brúktur til ólógliga fiskiskapin, skal dragast inn. Og ikki allur annar reiðskapur, sum var umborð, tá tey fýra skipini vórðu tikin fyri at fiska makrel í stongdum kassa norðanfyri.

Ákæruvaldið kravdi pengar fyri allan reiðskapin umborð. Men Føroya rættur sigur, at bara tað, sum varð brúkt í stongda kassanum, skal konfiskerast.

Ger mun hjá Finni Fríða

Serliga hjá Finni Fríða ger hetta mun. Ákæruvaldið kravdi eina millión og 725.000 fyri reiðskapin hjá honum. Men rætturin sigur meira enn eina millión minni, 685.000 kr.  Hjá Vesturvón var kravið knappliga 580.000 kr., men rætturin sigur 116.000 kr.  Kravið móti Nærabergi var 795.000 kr., dómurin sigur 415.000 kr. Og Gadus slapp við 120.000 krónum, hóast kravið var 602.000 kr. 

Teir fýra skipararnir fingu 150.000 kr. í bót hvør.

Kravdu 200.000 kr.

Vanliga bótin fyri slík brot er 100.000 kr. Men ákæruvaldið kravdi 200.000 kr., tí skipini, sum vórðu tikin, eru millum tey størstu í flotanum og tey partrolaðu, sum er ein effektivari fiskiháttur enn tá hvørt skip hevur sítt trol.

Tí tekur rætturin undir við, men gav tó ikki 200.000 kr. í bót. Hvør skipari fekk 150.000 kr. í bót.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655