Tunnilsverkætlanin skal vera á føroyskum

Tunnilsverkætlanin skal vera á føroyskum
Tað siga Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag í brævi til Fíggjarmálaráðið
 
14.02.2014 - 09:01

Tá verkætlanin um Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin verður skrivað, skal tað vera á føroyskum.

Tað siga Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverks-meistarafelag í brævi til Fíggjarmálaráðið.

Feløgini fegnast um, at breið semja tykist vera um, at føroyskar fyritøkur skulu gera tunlarnar.

Tí vilja feløgini vísa á, at málið í verkætlanini hevur stóran týdning,- tað at málið er tað málið, sum verður tosað í landinum, í hesum føri føroyskt.

Í Føroyum er tíverri ofta komið fyri, at prosjektmálið ikki er føroyskt.

Hetta ger, at føroyskar fyritøkur "spæla á útivølli”, tá tær bjóða upp á verkætlanir í sínum egna landi.

Arbeiðsgevarafelagið og Handverksmeistarafelagið mæla tó ikki frá, at útlendskar fyritøkur kunnu bjóða seg fram at arbeiða í Føroyum.

Men tað er heldur ikki rætt, at eitt útboð verður lagt til rættis soleiðis, at útlendskar fyritøkur hava ein fyrimun fram um tær føroysku.

Og tí eigur prosjektmálið at vera føroyskt, siga feløgini í brævinum til Fíggjarmálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342