SSL-roknskapurin í lagi

SSL-roknskapurin í lagi
Hóast nógvar atfinningar móti fíggjarligu viðurskiftunum hjá Strandfaraskipum Landsins (SSL), er roknskapurin hjá stovninum fyri 2013 í lagi
 
17.02.2014 - 09:34

Grannskoðanarvirkið Januar hevur einki fyrivarni í grannskoðanini av SSL-roknskapinum, sum er undirskrivað 10.februar.

Roknskapurin fyri 2013 gevur eina rættvísandi mynd av stovnins ognum, skyldum og fíggjarligari støðu.

Í einari frágreiðing, sum eisini er dagfest 10.februar, og sum Januar eisini gjørdi, fær leiðslan á Strandferðsluni annars nógvar atfinningar.

 

Fíggjarstýringin ikki nøktandi

Í frágreiðingini, sum Januar gjørdi fyri Vinnumálaráðið, verður staðfest millum annað, at fíggjarstýringin hjá Strandfaraskipum landsins ikki hevur verið nøktandi. Stovnurin stýrdi ikki eftir játtanini, sum stovnurin fekk í fíggjarlógini fyri 2013.

Men roknskapurin hjá Strandferðsluni fyri 2013 er tó góðkendur uttan fyrivarni.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329