Merkið skal strikast sum hentleikaflagg

Merkið skal strikast sum hentleikaflagg
Landsstýrið bakkar nú fyri altjóða fakfelagi fyri flutningsarbeiðarar til tess at fáa føroyska flaggið strikað sum hentleikaflagg
 
20.02.2014 - 08:17

22 ára gamla forboðið fyri, at føroysku manningarfeløgini kunnu umboða útlendingar, sum manna skipini í FAS, føroysku altjóða skipaskránni, skal strikast.

Tað verður gjørt fyri at fáa føroyska flaggið av listanum hjá ITF við hentleikafløggum. ITF, Altjóða felagsskapurin hjá flutningsarbeiðarum, sigur, at føroyska flaggið er eitt hentleikaflagg hjá reiðaríum eins og flaggið hjá eitt nú Liberia.

ITF heldur, at lógin um FAS forðar fyri, at føroysku manningarfeløgini kunnu verja rættindini hjá útlendskum sjófólkum í FAS.

Hvørki Vinnumálaráðið ella Sjóvinnustýrið eru samd við ITF.

Men nú vil Vinnumálaráðið kortini hava lógina um FAS broytta, so ITF strikar Føroyar á listanum við hentleikafløggum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425