Vænta nógv av føroyskum svimjarum

Vænta nógv av føroyskum svimjarum
Føroyskir svimjarar hava góðar tilmeldingartíðir til donsku Meistarastevnuna
 
21.02.2014 - 08:12

Danska meistarastevnan á langgeil verður síðst í februar, og føroyskir svimjarar fara helst at vinna heiðursmerkir.

Svimjing.com skrivar, at í Odense er tað serliga Frans Johannesen sum ger um seg, við bestu tilmeldingartíð í 200, 400 og 800 metra frísvimjing, umframt  næstbestu í 100 frí og 200 blandað. 

Guðrun Mortensen hevur næstbestu tilmeldingartíð í 50 frí og 3. bestu í 100 frí. 

Í Ballerup eru tað teir báðir Pál Joensen og Magnus Jákupsson. Pál við bestu tilmeldingartíð í 200, 800 og 1500 frí, umframt næstbestu í 400 frí.  

Magnus Jákupsson hevur bestu tilmeldingartíð í 50, 100 og 200 rygg, umframt bestu í 100 firvald og næstbestu í 50 frí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086