Danski Fólkaflokkurin størri enn Javnaðarflokkurin

Danski Fólkaflokkurin størri enn Javnaðarflokkurin
Donsku veljararnir hava fingið nóg mikið av rumblinum í donskum poltikki. Javnaðarflokkurin fær frammaná, og fær minni enn 20 prosent av atkvøðunum.
 
21.02.2014 - 15:52

Danski Fólkaflokkurin er nú størri enn Javnaðarflokkurin. Í Januar søgdu 21,6 prosent av donsku veljarunum seg velja Javnaðarflokkin, men í nýggjastu kanningini fær flokkurin iki meir enn 18.3 prosent.

Fyri 10 árum síðani var vanliga hugsanin í Javnaðarflokkinum, at hann átti at fáa 30 prosent av atkvøðunum. Nú stríðist flokkurin fyri at fáa 20 prosent.

Og Javnaðarflokkurin má taka til takkar við at vera triðstørsti flokkur í Danmark, tí Danski Fólkaflokkurin við sínum 19, 5 prosentum er næststørsti flokkurin í Danmark.

Kanningin vísir, at veljararnir, sum venda Javnaðarflokkinum bakið, fyrst og fremst velja Danska Fólkaflokkin og síðani Eindarlistan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086