Koppsetingin móti undirlívskrabba riggar væl

Koppsetingin móti undirlívskrabba riggar væl
Tað vísir fyrsta kanningin sum er gjørd í Danmark, eftir at gentur fingu í boði at lata seg koppseta ímóti krabbameini í lívmóðurhálsinum
 
22.02.2014 - 11:22

Síðani í 2008, hava gentur í túsundatali í Danmark, Føroyum og í Grønlandi latið seg koppseta, og tað hevur havt gangnliga ávirkan, sigur Susanne Krúger Kjær, professari, á Ríkissjúkrahúsinum, sum starvast hjá danska krabbameinsfelagnum.
- Longu eftir 5-6 árum síggja vit eina minking í kyknobroytingunum, sum kunnu føra til krabbamein í lívmóðirhálsinum, sigur hon.
Kanningin fevnir um allar kvinnur og gentur, sum eru føddar frá 1989 til 1999, og sjónlig tekin eru um langt færri tilburðir av byrjandi krabbameini hjá teimum sum eru koppsettar, í mun til tær sum ikki eru koppsettar.
- Talan er um ein mun sum er millum 40 og 80 prosent, sigur hon.
At heilivágurin virkar so væl sum hann ger, merkir, at kvinnur í framtíðini ikki nýtast at stúra fyri krabbameini í lívmóðirhálsinum.
- Talan er um so góð úrslit, at útlit eru fyri, at krabbi í lívmóðurhálsinum als ikki verður í framtíðini, sigur hon.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
Vikuskiftið 27 nov 2026
217131
Fríggjadag 27. november
LEITISSTEIN 27.11.2026 (Aggrasoppar)
217118
Fríggjadag 27. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Fróði Bjarnason
217100
Fríggjadag 27. november
RagnarRokk: Serena Cherry um Extinguish Thy Flame
215806
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. november
PAZ - teknmálstulkað
217142
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111
Hósdag 26. november
PAZ
217069