Jørgen Niclasen breyt tingskipanina

Jørgen Niclasen breyt tingskipanina
Hoyringarskrivini komu ikki í tingið saman við lógaruppskotunum. Tað eiga tey sambært tingskipanini
 
26.02.2014 - 08:15

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum breyt tingskipanina, tá hann legði lógarupskot fyri løgtingið, áðrenn hann hevði fingið viðmerkingarnar frá teimum, sum fingu uppskotini til hoyringar.

Hoyringarskrivini komu ikki í tingið saman við lógaruppskotunum. Tað eiga tey sambært tingskipanini. Og sambært tingskipanini skal løgtingsformaðurin mæla tinginum til at vísa burtur mál, sum ikki eru í samsvari við tingskipanina.

Men tingið varð ikki biðið um at vísa burtur uppskotunum hjá Jørgeni Niclasen. 

Ikki bindandi

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, sigur í svari til Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu,  sum í november í fjør kærdi landsstýrismannin í fíggjarmálum til formansskapin, at í viðmerkingunum til tingskipanina stendur, at ásetingin um burturvísing er ikki bindandi.

Samstundis sigur løgtingsformaðurin, at tingskipanin eigur at verða vird. Og tað hevur týdning fyri viðgerðina í tinginum og lógargóðskuna, at allar upplýsingar í málum, sum verða løgd fyri tingið, eru tøkar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Hósdag 19. mars
Andgletturin
205868
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869
Hósdag 19. mars
Miðflokkurin í heita stólinum (5:7)
205862